Lurta
05.01.2021

Vóna, at fólk í sambýlum koma við í øðrum koppsetingarumfari

Nú myndugleikarnir eru farnir undir at koppseta føroyingar fyri koronu hóma vit byrjanina til endan á koronufarsóttini. Men enn er als ikki sloppið, og vit vita ikki, hvussu long tíð gongur, áðrenn øll hava fingið koppseting. Og vit vita heldur ikki, hvussu køin sær út fyri at fáa koppsetingina. Hvørt land fær bert ein avmarkaðan skamt av koppingarevni í senn, og heilsumyndugleikarnir gera tí eina ætlan fyri hvussu tey fara fram við at koppseta. Tað er í fyrstu syftu tey útsettu starvsfólkini á heilsu- og eldraøkinum, sum fáa tilboð um at lata seg koppseta. Síðani verður, sum skilst, farið undir at koppseta tey eldru á ellis- og røktarheimunum. Hetta er skilagóð ætlan, tí sjálvandi mugu tey, ið taka sær av sjúkum og veikum verða frammaliga, umframt tey, ið ikki tola at fáa smittuna.

Øll eru vit merkt av farsóttini og fylgjunum av henni, men nøkur liva í størri mun enn onnur við ógvusligum avmarkingum. Í fleiri av sambýlunum hjá Almannaverkinum búgva fólk, ið eru í vandabólki. Fleiri hava niðursetta órinsverju, ella bera brek sum gera, at tey ikki tola at fáa koronasmittuna. Av tí at tey ofta búgva tætt saman við fleiri øðrum, sum tey eisini deila starvsfólk við, so eru tey í størri smittuvanda enn fólk flest, og avmarkingarnar raka tí hart – eisini sambúgvar, ið ikki beinleiðis eru í vandabólki. Tey hava liva við avmarkingum síðan Føroyar fóru niður í ferð einaferð í vár. Í eitt tíðarskeið lótu øll verkstøð, verkhús, frítíðar- og dagtilboð aftur, og sambýlir stongdu fyri vitjandi fyri at minka um smittuvandan. Fólk við menningartarni, teirra avvarðandi, umframt starvsfólk hava gjørt nógv fyri at halda smittuni úti. Tað hevur sum heild eisini gingið væl, men tey gjalda ein høgan prís.

Fyrsta umfarið í koppsetingarætlanini fyri Føroyar tekur støði í ætlanini hjá danska Sundhedsstyrelsen, sum aftur fylgir tilmælunum frá Heimsheilsustovninum (WHO). WHO mælir til, at útsett heilsustarvsfólk og eldri borgarar verða koppsett fyrst. Hvussu víðari verður farið fram vita vit ikki enn, men WHO mælir til, at tey næstu í køini eru fólk í vandabólki ella í útsettum bólkum umframt onnur heilsustarvsfólk, og sum tað triðja starvsfólk í samfelagsligum lyklapostum og tey, ið orsaka av starvi ella bústaðarviðurskiftum ikki hava møguleika at halda frástøðu til onnur.

Tí vóna og vænta vit eisini, at okkara heilsumyndugleikar fara at fylgja raðfestingini hjá WHO, og at fólk við menningartarni, sum eru í vandabólki, verða raðfest høgt í øðrum koppingarumfari, og at tey, teirra sambúgvar og starvsfólk verða koppsett, soleiðis at tey sleppa úr tí meira og minni sóttarhaldslíknandi støðu tey hava verið í síðan síðsta vár.

Aftur
Stuðla Gerst limur