Lurta
15.04.2021

Væleydna skeið fyri systkin

Tað er øðrvísi at vera barn í eini familju, har ein í systkinaflokkinum ber brek. Hetta evnið varð viðgjørt á ymiskan hátt á systkinaskeiðinum hjá Javna, sum endaði síðst í mars. 20 børn og ung í aldrinum 6-15 ár vóru við á skeiðnum. Tað vóru tær báðar Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur, og Sólrun Jakobæus, familjuráðgevi, sum stóðu fyri innihaldinum, ímeðan fólk frá Javna stóðu fyri tí praktiska. 

Tað vísir seg, at systkin ofta hava tankar og spurningar, sum tey ikki ordiliga kunnu ella vilja tosa við onnur um, hvørki foreldur ella vinir. Tey kunnu hava brúk fyri hjálp til at skilja støðuna, og at seta orð á tankar. Tey hava brúk fyri at fáa aldurssvarandi vitan um, hvat brekið kann merkja fyri familjuna - bæði nú og frameftir - og ikki minst hava tey brúk fyri at spegla sær í øðrum børnum, sum eru í líknandi støðu. 

Tað er ikki altíð, at vit foreldur vita, hvat systkini hava uppá hjarta. Tey síggja, at vit mangan eru sperd, og vilja tí ikki leggja meira á okkum. Hetta kann fáa keðiligar avleiðingar. Nøkur børn eru lítið heima, og taka ongantíð vinfólk við heim. Onnur seta seg sjálvan til síðis - verða tey “skikkiligu”, sum altíð hjálpa til, og ongantíð krevja  nakað. Eingin familja er eins, men givið er, at tað er krevjandi at vera barnafamilja, ikki minst um eitt av børnunum ber brek. Brekið, og tað, sum fylgir við, kann skjótt koma at fylla nógv. Tað er týdningarmikið at royna at finna eina javnvág, har øll í familjuni ansa eftir hvørjum øðrum. Tað er tó ofta lættari sagt enn gjørt. Tíðin strekkir kanska ikki til; vit kunnu hava ringt við at leita okkum hjálp; og vegurin at fáa nøktandi hjálp kann vera tungur. Ein avleiðing kann verða, at systkin ikki kenna seg sædd og hoyrd, og um heilt illa vil til, kann hetta ganga út yvir sjálvskensluna, og føra til strongd og kensluligar avbjóðingar seinni í lívinum.

Tað eru tó eisini jaligar avleiðingar av at vaksa upp í eini serligari familju, og ofta verður tað tikið fram, at systkini hava góðar empatiskar førleikar. Tey duga væl at seta seg inn í støðuna hjá øðrum, og eru skjót at bjóða seg fram at hjálpa, har á stendur.   

Eingin svarlisti er at halda seg til fyri at møta støðuni í familjuni, men at hava uppmerksemi á og tosa um tey vandamál, ið kunnu vera, er eitt stórt fet á leiðini.   

Á skeiðnum vórðu børnini býtt í tveir bólkar eftir aldri, og hvør bólkur hittist fýra ferðir. Tey yngru vóru í aldrinum 6-10 ár og tey eldru 11-15 ár. Dentur varð lagdur á, at tað ikki var avgerðandi, hvør avbjóðingin ella diagnosan hjá systkinum var. Hevur eitt barn avbjóðingar - um tað so er kropsligar ella menningarligar - so ávirkar tað sjálvandi alla familjuna. Støðið varð tikið í, at gerandisdagurin hjá familjunum kann vera øðrvísi enn hjá familjum flest. Børnini lærdu frá hvørjum øðrum um ymisk brek, bæði sjónlig og ósjónlig, og tey kundu - um tey vildu - seta orð á tankar, kenslur, leiklutir í familjuni og annað. Onkur bara lurtaði, og var tað eisini heilt í lagið.

Áðrenn bólkarnir hittust vórðu foreldur og luttakari boðin til eina samrøðu, og tá skeiðið var liðugt var ein foreldrafundur, har tikið varð samanum. Alt, ið børnini høvdu tosað um, var í trúnaði, og Kathrina og Sólrun høvdu frammanundan avtalað við børnini, hvat tær kundu fortelja foreldrunum. Saman høvdu tey gjørt nøkur felags úttalilsir, sum eru sigandi um, hvat rørir seg hjá teimum.  

Børnini arbeiddu við ymiskum viðkomandi evnum. Tey yngru mest gjøgnum spæl, og tey eldru eisini við samrøðubólkum. Fyri fleiri av teimum yngru var tað heilt nýtt, at onnur eisini høvdu systkin, ið høvdu eitt brek, og tey søgdu, at tey vóru glað um at finna út av, at tey ikki vóru tey einastu. Onkur hevði áður verið bangin fyri at tosa um sítt systkin, ið bar brek, men tað var hon/hann ikki longur. Tey góvu til kennar, at tey ynsktu uppmerksemi frá foreldrunum, og at tey høvdu betur stundir at lurta eftir teimum.

Tey eldru høvdu nógv uppá hjarta, og samtalurnar komu út í nógvar krókar. Eitt afturvendandi evni var, at systkini við breki fór við nógvari tíð hjá foreldrunum, og kendu fleiri tað tí, sum at foreldrini ikki høvdu nokk av tíð til teirra. Onkur var keddur av at systkini altíð órógvaði og larmaði, tá vinir komu heim við. Fleiri høvdu tørv á einum frírúmi, har ikki altíð var neyðugt at vísa fyrilit. Onkur fann hetta frírúmið í skúlanum, ella heima hjá ommu og abba. Onkur av børnunum hevði tó heldur ikki eitt frírúm í skúlanum, tí hon/hann ofta varð biðin um at hjálpa til, tí lærarin ikki skilti systkini. Tey flestu luttóku sera opið í samrøðunum, meðan onnur mest lurtaðu. Vinarbond blivu knýtt tvørtur um mørk og diagnosur, sum uttan iva fara at vísa seg at vera gevandi.  

Systkin er ein bólkur, sum vit eiga at gáa meira eftir. Vit foreldur skulu royna at vera tilvitað um, hvussu vit best geva teimum pláss og tíð, hóast tað kann vera trupult. Møguleikar til stuðul og umlætting til familjuna skulu verða betur og lættari atkomuligir. Onnur vaksin, sum eru um børnini, mugu verða meira tilvitað um, at systkini ikki skulu brúkast sum stuðlar, millumlið ella tulkar.      

Afturboðanirnar frá børnum og foreldrum um skeiðið hava verið sera góðar, og hjá Javna miðja vit eftir, at tað ikki skal ganga ov long tíð, til eitt systkinaskeið verður aftur.

Aftur
Stuðla Gerst limur