Lurta
06.05.2021

Tveir nýggir limir í nevndina

Aðalfundurin hjá Javna varð hildin mikudagin 5. mai í MEGD-húsinum. Á skránni var millum annað val til starvsnevndina í Javna og til Spyr Meg nevndina.

Tveir starvsnevndarlimir og ein tiltakslimur stóðu fyri vali í Javna fyri tvey ár. Ása Hansen tók við afturvali sum nevndarlimur, ímeðan Lea Wolles valdi at takka fyri seg. Álvur Hansen, ið stóð fyri vali sum tiltakslimur, valdi heldur ikki at stilla upp aftur. Annika Marr Poulsen varð vald í starvsnevndina, og Fríðbjørg Hammer bleiv vald í sessin, sum nýggjur tiltakslimur.  

Til nevndina í Spyr Meg skuldu veljast tveir nevndarlimir og ein tiltakslimur. Meiken S. Olsen stóð fyri vali, Lennart Magnussen, sum kom inn fyri Hildu Poulsen fyri eitt ár á aðalfundinum 2020, stóð eisini fyri vali, og Erla Marr Erlandsdóttir, ið hevur sitið sum tiltakslimur í eitt ár, stóð somuleiðis fyri vali. Hetta tí posturin sum tiltakslimur var nýggjur í 2020, og stendur fyri vali ólíka ár. Sitandi nevndarlimir stillaðu allir upp aftur, umframt at annað valevni eisini bjóðaði seg fram. Úrslitið av skrivligari atkvøðugreiðslu bleiv, at Erla og Meiken blivu valdar til nevndarlim og Lennart til tiltakslim.

Eitt uppskot var komið inn um at møguleikan at skipa formligar stýrisbólkar undir Javna, sum hugsavna seg um seráhugamál ella serøkir. Nevndin legði fram uppskot um eitt nýtt punkt 9B at seta inn í viðtøkurnar, og við onkrari smávegis tillaging tók aðalfundurin undir við uppskotinum. 

Forkvinnan, Fía Petersen, greiddi frá virksemi felagsins í árinum, og roknskapurin varð lagdur fyri aðalfundin til góðkenningar. Ársúrslitið vísir eitt hall á kr. 159.585. Inntøkan av álmanakkasøluni varð munandi lægri í 2020 enn undanfarin ár, av tí at felagið vegna korona valdi ikki at selja álmanakkan við durasølu. Av tí at virksemið hevur verið nógv skert og tilpassa í árinum, varð úrslitið, sum frammanundan mett.

Skrivstovan hevur skrivstovutíð týsd-hósd kl. 10-15. Uttanfyri hesar tíðir hevur virksemið verið lagt til rættis eftir tørvi. Í august setti Javni eina ráðgevingartænastu á stovn. Her kunnu fyrst og fremst limir, men eisini onnur, fáa ráðgeving, vegleiðing og hjálp. Tað er Ragnhild Dahl, sum hevur drúgvar royndir innan okkara øki, sum røkir tænastuna. Hon er fast at hitta mikudagar millum 9 og 14 og annars eftir tørvi. Í meðal hava 7,5 áheitanir verið um mánaðan - mest frá avvarandi at vaksnum fólki við menningartarni. Í høvuðsheitinum snúgva áheitanarnar seg um ráðgeving í mun til at fáa neyðuga tænastu frá Almannaverkinum. Fyrsta februar tók Marjun Olsen Lützen við sum dagligur leiðari í felagnum.
 
Á fundinum vórðu fleiri viðurskifti umrødd, men ein av heilt stóru avbjóðingunum hjá okkara limum er væntandi bústaðartilboð. Nýggjastu tølini frá Almannaverkinum vísa, at 161 fólk standa á bíðilista til vardan bústað! Góður triðingur av hesum - 56 fólk - hava meningartarn/fjølbrek. Tey flestu av hesum standa á bíðilista til sambýli. Fleiri hava staðið á bíðilista í áravís og eru innarliga kedd av støðuni. Tað er lítið virðiligt, at so lítið verður gjørt fyri at bøta um støðuna, og at fólk við menningartarni eru noydd at búgva heima hjá foreldrunum til tey eru trøllvaksin og foreldrini gomul.

Ongin nýggj bygging fór í gongd í 2020. Nakrir smærri glottar eru tó at hóma. Arbeiðið at byggja nýtt sambýli á Mýrini í Hoyvík er byrjað, og eftir ætlan skal verða klárt hjá 18 fólkum at flyta inn í oktober 2022. Hetta sambýlið varð annars fevnt av eini løgtingslóg um at byggja tvey sambýlir til íalt 36 fólk, men í 2020 varð lógin broytt, soleiðis at hon nú bert umfatar hesa einu byggingina. Í Kvíggjartúni á Argjum varð fyrsta flagið loyst fyri stuttum til bú- og umlættingarheim til børn og ung við autismu. Her eru 6 búpláss, og eftir ætlan skal húsið standa liðugt um ársskiftið 2022/23. Í Reynstúni á Argjum er byggiøkið keypt, skipanaruppskot gjørt, og eftir ætlan verður farið undir at byggja seint í 2021.

Tvær sambýliseindir eru fingnar til vega við umbygging. Á Eirargarði 14a í Havn stóð ein búeind til 5 fólk liðug í 2020, men higartil er bert ein fluttur inn. Á Jústabrekku í Klaksvík eru eini eldri hús umbygd, sum skulu hýsa einum sambýli til 5 fólk. Hetta letur væntandi upp seinni í ár.

Fleiri av nýggju bústøðunum eru longu oyramerktir til fólk, ið frammanundan hava bústað hjá Almannaverkinum. Hetta tí at verandi bústaðir ikki eru nøktandi, ella eru fingnir til vega sum fyribilsloysnir.

Umframt stóra tørvin á bústøðum, so er starvsfólkatrot ein onnur stór avbjóðing á okkara øki. Tørvurin á “heitum hondum” veksur, og vit fylgja ikki við tørvinum. Fleiri partar í samfelagnum rópa í løtuni varskó og gera vart við, at almennar tænastur mugu eftirkannast og endurskoðast. Góðskan á tænastum vísir seg ikki at vera eins góð og í Danmark, og vit fáa ov lítið fyri pengarnar. Tað er púra greitt, at tørvur verður á fleiri útbúnum starvsfólkum á sosiala økinum komandi árini. Almannaverkið mælir til, at ein partur av loysnini er, at vit mugu byggja størri og meira effektivar eindir, og soleiðis fáa fyrimunir av stórdrift. Hetta er ikki ein ynskistøða, út frá okkara sjónarhorni, og møguligar sparingar kunnu koma at kosta dýrt í trivnaði. Men givið er, at vit øll mugu standa saman um at finna skilagóðar loysnir fyri at møta stóru samfelagsavbjóðingunum.

Forkvinnan endaði við at takka teimum, sum valdu at takka fyri seg í nevndini, fyri teirra arbeiðið, og ynskja nýggju nevndarlimunum vælkomnum. Harafturat takkaði hon øllum, sum gjøgnum árið hava gjørt teirra til at betra um viðurskiftini hjá teimum, ið hava menningartarn.

Aftur
Stuðla Gerst limur