Lurta
16.05.2021

Røðan hjá forkvinnuni á 50 ára føðingardegnum

Góðu Javnavinir.
 
Hjartaliga vælkomin í veitslu hjá Javna, nú vit kunnu hátíðarhalda 50 ár.
 
Eg eiti Fía Petersen, og eg eri forkvinna í Javna. Tað havi eg verið síðan 2017.
 
Vit, sum sita og hava sitið í nevndini, eru í flestu førum avvarandi at fólki við menningartarni – tey flestu eru foreldur. Tað vóru foreldur, sum í fyrstan tíð fóru at arbeiða fyri at behalda síni børn heima í Føroyum. Og tað, sum nú drívur verkið - tað, sum ger, at vit investera okkara tíð í hetta økið -  er ynskið um, at okkara børn, okkara systkin, ella ommu- og abbabørn, fáa eitt gott lív.
 
At tey fáa somu møguleikar sum øll onnur, út frá teirra egnu fortreytum. Og vit ynskja, at tey skulu kunna klára seg, eisini um og tá vit ikki eru her longur.
 
Tey, sum Javni arbeiðir fyri, passa sum oftast ikki inn í eina standard skipan, sum er gjørd til eina breiða fjøld.
 
Men tað, sum vit vita, er , at hóast okkara málbólkur ikki  hóskar til "standard-skipanir", so kunnu tey kortini vera ein virðismikil partur av samfelagnum. Treytin er, at tey fáa nøktandi hjálp og stuðul. Sum oftast alt lívið. Viðhvørt eisini skræddaraseymaða hjálp.
 
Og akkurát hetta fyllir nógv í okkara arbeiði í dag. Tí tað vísir seg vera ein gjógv millum ta hjálp og tann stuðul, sum hesin málbólkurin hevur tørv á øðrumegin - og so ta hjálp, sum samfelagið kann veita hinumegin.
 
Eg tori næstan at siga, at øll, sum eiga onkran í hesum málbólkinum, kenna til hesa gjónna. Um gleðina, tá vit fáa játtandi svar, sum kann gera avgerandi mun í gerandisdegnum og lívinum. Og um frustratiónina, tá svarið er noktandi - og tað, sum vit vita, kundi borið til, ikki kann gerast veruleiki. Vit kenna øll til hesar gleðirnar og hesar sorginar - bæði tey fólkini, sum sjálvi hava menningartarn, og familjan, sum eftir besta førimuni brúkar nógva orku uppá at fylla hetta gloppið.
 
Hjá Javna brúka vit eisini nógva tíð uppá at lurta. Tí viðhvørt er tað tann besta hjálpin, at onkur, sum skilir, leggur oyra til.
 
Vit brúka eisini nógva tíð uppá at gera vart við viðurskiftir, sum vit halda áttu at verið øðrvísi.
 
Og slíkar broytingar taka ofta ómetaliga langa tíð. So langa tíð, at man næstan missir móti.  
 
Í løtuni brúka vit til dømis nógva orku uppá tann stóra tørvin á bústøðum til fólkini undir okkara veingjabreiði. Øll vita – eisini okkara politikarar - at støðan er ring, og at trupulleikin ikki hvørvur av sær sjálvum, men allíkavæl verður alt ov lítið gjørt við hetta. Man dúvar uppá, at fólk onkursvegna klára seg. At fólk sláa seg til tols við støðuna. At tey avvarandi traðka til.
 
Í løtuni bíða yvir 50 fólk við menningartari eftir bústaði. 50 fólk. Tað er kanska ikki eitt serliga stórt tal. Men hjá Javna hava vit javnan samband við fólkini aftanfyri tølini. Og fyri okkum eru tey ikki bara eitt tal á einum bíðilista. Tey eru menniskju, sum ikki sleppa at liva sítt lív soleiðis, sum tey ynskja tað. Sum eru kedd og frustrerað. Og sum ikki sleppa at brúka síni evni fult út og gerast sjálvstøðug, sum vit jú øll ynskja, tá vit gerast vaksin.
 
Vit hava eisini nógv samband við tey avvarðandi aftanfyri tølini. Oftast eru tað foreldur, sum eisini eru fangað í eini støðu, sum er frustrerandi. Sum ofta ikki orka at taka sær av sínum egnu, men sum ikki hava nakað val - tí einki alternativ er.  
 
Men - spyrja tit kanska - hví orka tit at blíva við at trýsta og berjast, soleiðis sum vit hava gjørt í 50 ár nú? Vit eru bara vanlig foreldur og avvarðandi, sum harafturat mangan hava ein meira krevjandi gerandisdag, enn tey flestu.
 
Fyri meg er svarið púra greitt. Tí tá tað eydnast okkum at gera ein mun - sama um hann er lítil ella stórur, so er tað alt stríðið vert. Tá vit síggja, at okkurt flytir seg rætta vegin, so gevur alt arbeiðið meining. Og tað hava vit tíbetur eisini nógv, nógv dømi um.
 
Og vit eru ein felagsskapur í orðsins sanna týdningi. Tað er eitt sterkt band, sum bindir okkum saman. Og vit gleðast ikki longur bara vegna okkara egnu børn ella tey, sum vit sjálvi varða av - og sum vóru upprunin til, at vit fóru inn í arbeiðið hjá Javna. Vit gleðast vegna øll tey, sum merkja framgongdina. Vit fegnast í felag um, at okkara samfelag stig fyri stig verður meira rúmligt og fjølbroytt. At tað verður betur pláss fyri okkum øllum. Og at øll fáa betur møguleikar.
 
Enn eru vit ikki komin á mál. Men seinastu 50 árini hevur samfelagið flutt seg sera nógv, og Javni hevur nógv mál, sum vit í dag kunnu gleðast um og hátíðarhalda.
 
Tað byrjaði við at taka okkara børn heim. Og síðani hava tað verið nógvir sigrar, sum hava gjørt lívið hjá okkum øllum betri.
 
Men sjálvandi - samfelagið broytist, og við tí broytist eisini tørvurin hjá teimum, sum hava menningartarn. Og tí endar okkara arbeiði nokk aldrin.
 
Vit eru her, og tað vera vit, so leingi tað er brúk fyri okkum.
 
Takk fyri stuðulin øll somul, Takk fyri at tit eru komin at hátíðarhalda saman við okkum - og hjartaliga tillukku til okkum øll.

Aftur
Stuðla Gerst limur