Lurta
16.05.2021

Røðan hjá Spyr Meg á 50 ára føðingardegnum

Herdis:

Hey - eg eiti Herdis Johnsdóttir Johannesen, og eg eri forkvinna í Spyr Meg, sum er ein ráðgevandi bólkur undir Javna. Og Javni hevur 50 ára føðingardag í dag - tað er tí, vit eru her.
 
Men fyristillið tykkum, um Javni ikki varð stovnaður. Fyristillið tykkum, viss eingin var her í dag, tí vit øll vóru send niður. Til dømis til eitt, sum æt Rødbygaard. Tað eru nógv her, sum minnast tað.
 
Tað er ringt at hugsa sær, hvussu tað var, áðrenn Javni kom. Tað er ringt at hugsa mær til, at mamma mín skuldi sent meg meg til Danmarkar. Tíbetur slapp hon undan. Tí nú fær man hjálp í Føroyum. Vit kunnu búgva her. Og Føroyar er eitt gott land at búgva í!

Vit hava eitt sterkt felag, sum umboðar fólk við serligum tørvi. Javni hevur gingið á odda, og nú eru nógvir skúlar, flokkar, breytir - og eg gangi sjálvi á Rásini. Har er gott at vera, tí vit har læra at vera sjálvbjargin - til dømis at halda hús og klára okkum sjálv.
 
Fólk sum hava brek og serligan tørv, hava nógv betri sømdir nú enn fyri 50 árum síðani. Vit í Spyr meg kunnu gera mun fyri borgararnar. Tí øll skulu hava tað gott í Føroyum. Og øll skulu hava somu rættindi.
 
Og hyggið bara at hesum degnum í dag! Tað eru tvær røður - vit og løgmaður. Og løgmaður bíðar eftir okkum.
 
Fólk góðtaka okkum nú, og mátin, sum vit øll eru saman uppá, er nógv øðrvísi, enn hann var tá. Vit eru øll blivin klókari og vit vita nú, at fjølbroytni ríkar samfelagið.
 
Meiken:

Hey Eg eiti Meiken Olsen. Eg fari at fortelja tykkum eitt sindur um Spyr meg. Eg havi verið í nevndini í Spyr meg í 8 ár, siðani tað var stovnað.
 
Spyr Meg er ein bólkur undir Javna, og vit sita í 2 ár í senn. Okkara uppgáva er at hjálpa ungum við serligum avbjóðingum. Tey kunnu venda sær til okkum við spurningum ella trupulleikum.
 
Til dømis nú tá korona var, vóru nøkur úr Klaksvík, sum ikki sluppu at venja við ælaboganum í Havn. Tey spurdu okkum, og so bleiv tað loyst.
 
Men vit tosa eisini við politikarar um, hvat tey ætla. Til dømis við bústaðum, skúlagongd og læruplássum. Vit hava verið hjá landsstýrinum og víst á tørvin.
 
Onkuntíð ferðast vit runt í Føroyum og fortelja hvat Spyr Meg ger - og hvat Javni er.
 
Vit hava eisini verið á ráðstevnum uttanlands, tí spyr-meg nevndir eru í ymsum londum. Tað hevur verið gott, tí so kenna vit støðuna í hinum londunum eisini. Og í Føroyum er støðan nokkso líka sum aðrastaðni. Vit stríðast fyri teimum somu tingunum.
 
Fólk eru altíð vælkomin at venda sær til okkum í Spyr Meg.
 
Lennart:

Góðan dag. Eg eiti Lennart Magnussen, og eg skal siga eitt sindur um, hvørji vit eru, sum hoyra til Javna og Spyr Meg.
 
Vit verða kallað "Fólk við serligum tørvi", men eru bara ganska normal, og vit skulu hava sama rætt sum øll onnur. Bæði vit og fólk við fjølbreki.
 
Tí tað er vigtigt, at vit øll hava tað gott í Føroyum. Sjálvfylgiligt. Og at vit ikki verða skumpað til viks.
 
Nógv av okkum, sum hoyra til Javna, hava upplivað at vera happað. Tað skal simpulthen steðgast. Happingin skal enda!
 
Vit skulu øll hava tað gott, har sum vit eru. Vit skulu trívast, har vit búgva og í samfelagnum, sum heild.
 
Vit eru ymisk. Summi hava brek og sita í koyristóli. Summi hava menningartarn. Onkur klára seg sjálv, men ikki øll.
 
Nøkur halda kanska, at vit eru sjúk ella at vit einki kunnu. Men vit kunnu eina rúgvu. Vit duga nógv, sum øll kanska ikki vita av. Eingin kann alt, men øll kunnu okkurt. Eisini vit.
 
Erla: 

Hey Eg eiti Erla Marr. Eg skal tosa eitt sindur um, hvat vit ynskja okkum í 50 ára føðingardagsgávu.
Tí sjálvt um nógv gott er hent, so manglar enn nógv í.
 
Til dømis bústaðir. Tað eru nógv, sum ikki hava sín egna bústað, tí annað byggjarí verður tikið framum. Men eingin skal vera heimleysur í Føroyum.  
 
So er tað Rásin. Tað sleppa bara 8 næmingar á Rásina, og tað er alt for lítið. Tað eigur okkurt at verða gjørt við beinanvegin. 
 
Og so ynskja vit okkum, at tað verða fleiri arbeiðpláss til ung - og fleiri læripláss. Óansæð um man arbeiðir skjótt ella spakuligt skal man kunna fáa arbeiði. So vit ikki allatíðina fáa nei, tá vit spyrja.
Tí tað ger, at vit føla tað, sum vit einki duga. Sum at hini eru betri enn vit. Vit føla okkum uttanfyri. Men tað er skeivt. Tí øll eru líka góð.
 
Og fyristilli tykkum, um tað var umvent. At bara tey, sum hava serligan tørv, kundu fáa arbeiði - og øll hini altíð fingu nei. At arbeiðsgevararnir søgdu: neinei, tú sleppur ikki at arbeiða her, tí tú hevur ikki serligan tørv. Tað hevði verið løgið. Men vit halda vit eisini, at tað er løgið, sum støðan er nú.
 
At enda halda vit, at politikararnir gera for seint av, tá tey lova okkurt. Tey  lova, lova og lova. Tað er gott - men tey arbeiða alt for seint. Tá man lovar nakað, so skal man halda tað.
 
Herdis: 

At enda vilja vit takka tykkum, sum stovnaðu Javna, og tykkum sum hava arbeitt á økinum øll hesi 50 árini. Tit hava gjørt stóran mun fyri okkum og okkara møguleikar. Tit eru orsøkin til, at vit kunnu hava hesa veitsluna í dag.
 
Meiken: 

Vit vilja eisini takka øllum føroyingum, sum eru góð við okkum og taka væl ímóti okkum.
Her er blivið rúmligari seinastu 50 árini, her er páss fyri øllum  - og tað hevur gjørt samfelagið ríkari.
 
Lennart: 

Politikararnir fáa eisini eina hjartans tøkk. Tí tit hava broytt lógirnar og bøtt umstøðurnar. Tit hava tikið okkum í álvara og vit eiga nú eitt sjálvsagt pláss í Føroyum. Og so kemur tunnilin til Sandoynna - og tað er eisini gott.
 
Erla: 

At enda vilja vit takka øllum, sum eru komin at hátíðarhalda dagin saman við okkum. Eisini øll tit sum seta dám á veitsluna, serliga Ælabogin. Og takk til løgmann, sum fer at halda røðu um eina løtu. Vit gleða okkum at hoyra, hvat tú fert at siga.

Framhaldandi góða veitslu, øll somul. Og til lukku til okkum øll við 50 árunum.
 
Og eg haldi, at vit mugu enda við at rópa hurra.
Javni leingi livið - hurra, hurra, hurra og tað langa: hurraaaa

Aftur
Stuðla Gerst limur