Lurta
06.06.2021

Copy and paste: Opið bræv til Løgmann og Landsstýrismannin í skúlamálum - Børn okkara eru burturvíst av órøttum

(2012: Opið bræv til Løgmann, Kaj Leo Holm Johannesen, Landsstýrismannin í skúlamálum, Bjørn Kallsø)
(2018: Opið bræv til Løgmann, Aksel Vilhelmsson Johannesen, Landsstýriskvinnu í skúlamálum, Rigmor Dam)
2021: Opið bræv til Løgmann, Bárð á Steig Nielsen, og Landsstýrismannin í skúlamálum, Jenis av Rana

Nei, tað er ikki ein feilur í yvirskriftini omanfyri. Vit brúka enn einaferð copy and paste, tí hóast fleiri áheitanir, so hava avvarandi myndugleikar landsins púrasta einki gjørt fyri at fáa viðurskiftini á skúlaøkinum í rættlag. Undir verkfallinum hjá pedagogfelagnum fyri nýggju árum síðan, og aftur fyri trimum árum síðan, sendi Javni opið bræv til táverandi løgmenn, og táverandi landsstýrisfólk í skúlamálum. Vit gjørdu vart við, at tað ikki er í lagið at skúlanæmingar við serligum tørvi verða burturvístir úr skúlanum vegna verkfall hjá pedagogfelagnum, ímeðan floksfelagarnir sleppa í skúla sum vanligt. Hetta er rætt og slætt diskriminering.

Í morgin hendir tað so aftur. Næmingar við serligum avbjóðingum verða enn einaferð vendir á skúlagáttuni. Vit hava lógir, ið eiga at tryggja, at allir borgarar í landinum verða viðfarnir eins, og vit hava við ST-sáttmálanum politiskt tikið undir við, at vit vilja tryggja, at fólk, ið bera brek, fáa somu rættindi sum onnur.

Eitt er lógarverkið. Ein stórur partur av hesum snýr seg eisini um hugburð. Við at senda nakrar ávísar næmingar til hús, og ikki aðrar, stuðla vit nettup undir einum diskriminerandi hugburði. Og hvørjar avleiðingar fær tað ikki fyri sjálvskensluna hjá hesum burturvístu næmingum, sum í nógvum førum eru fullgreiðir yvir, at flokksfelagarnir sleppa í skúla sum vanligt?

Nei, feilurin er ikki í yvirskriftini – feilurin liggur onkustaðni í skipanini. Her er absolut einki hent fyri at betra um hesi viðurskifti. Tí brúka vit copy and paste frá 2012 og 2018 til restina av tekstinum, og heita enn einaferð á landsins mynduleikarnir um at veita ta undirvísing, okkara børn hava rætt til:

 

Hesa síðstu tíðina hevur verið nógv at hoyra um, at næmingar í føroyska fólkaskúlanum ella í Skúlanum á Trøðni eru koyrdir til hús í óavmarkaða tíð vegna verkfall hjá pedagogunum. Summi av hesum børnum í fulla tíð og onnur í niðursetta tíð.

Vit eru foreldur at børnum, ið eru antin koyrd til hús fulla tíð ella sum part av degnum. Felags fyri okkum øll er, at vit foreldur fingu eina uppringing frá lærara ella skúlastjóra við boðum um burturvísing.

Niðanfyri brot eru tikin úr LØGTINGSLÓG NR. 125 FRÁ 20. JUNI 1997 UM FÓLKASKÚLAN, SUM SEINAST BROYTT VIÐ LØGTINGSLÓG NR. 67 FRÁ 26. MAI 2011

Kap 5.

§ 40. Eitt og hvørt barn, sum býr her á landi, hevur undirvísingarskyldu eftir reglunum í §§ 42 - 44, uttan so er, at galdandi er fyri tað reglur um undirvísingarskyldu í aðrari lóggávu. Sama er galdandi fyri børn, sum skulu vera her í landinum í minsta lagi 6 mánaðir.

§ 41. Eitt og hvørt undirvísingarskyldugt barn hevur skyldu at ganga í fólkaskúlan, um tað ikki á annan hátt fær eina undirvísing, ið kann javnmetast við ta, sum vanliga verður kravd í fólkaskúlanum.

§ 42. Undirvísingarskyldan byrjar 1. august í tí álmanakkaári, barnið fyllir 7 ár, og endar 31. juli, eftir at barnið hevur fingið regluliga undirvísing í 9 ár. Forskúlin verður ikki taldur uppí. Undirvísingarskyldan endar tó í seinasta lagi 31. juli í tí álmanakkaári, barnið fyllir 17 ár, ella tá ið tað hevur lokið skúlagongdina í grundskúlanum ella eina útbúgving, ið kann javnmetast við hana, smb. § 41, 3. stk.

§ 43. Tey ella tann, ið hevur foreldramyndugleikan, ella tann, sum í roynd og veru er um barnið, skal gera sítt til, at barnið lýkur undirvísingarskylduna, og má ikki forða fyri tí.

Vísandi til omanfyrinevdu greinir í fólkaskúlalóguni, undrar tað okkum, at børnini eru burturvíst uttan annað undirvísingartilboð.

Vit síggja hetta sum brot á omanfyrinevndu lóg. Okkara børn hava undirvísingarskyldu samb. kap 5 §40,41 og 42.
Vit hava sum foreldur skyldu til samb. § 43 at syrgja fyri, at barn okkara lýkur sína skúlaskyldu. Vit mugu ikki forða fyri hesum! Sum er, forðar skúlin fyri hesum.

Vit meta, at børn okkara eru burturvíst av órøttum sambart omanfyristandandi lóg.

Vit skilja tó, at fleiri av verkfallsraktu børnunum hava tørv á stuðli av ymiskum slag, summi pedagogiskum stuðli fulla tíð og tískil ikki kunnu verða í skúla nú verkfall er. Stuðulin hevur tó ikki ábyrgd av undirvísingini.

Onga staðni í skúlalógini stendur, at undirvísingin er treytað av pedagogiskum stuðli. Vit heita á skúlamynduleikarnar um, at lata okkum foreldur syrgja fyri at barn okkara lýkur sína skúlaskyldu. Vit heita á skúlamynduleikarnir um, at veita ta undirvísing okkara børn hava rætt til.

Aftur
Stuðla Gerst limur