Lurta
06.06.2021

Óetiskt at gera mismun á børnum

Opið bræv til Etiska ráðið.

Í dag hevur Pedagogfelagið lýst við arbeiðssteðgi á pørtum av serøkinum, og arbeiðsgevarar hava svara aftur við verkbanni.
 
Arbeiðssteðgurin/verkbannið hesuferð umfata í høvuðsheitinum limir í Pedagogfelagnum, sum starvast sum námsfrøðiligir stuðlar og hjálparfólk í fólkaskúlanum, og á Skúlanum á Trøðni. Hetta rakar sostatt skúlabørn, ið hava avbjóðingar av slíkum slag, at tey mugu hava eyka hjálp og stuðul. Frá í dag av fáa tey ongan stuðul.
 
Tað er ymiskt hvussu skúlarnir loysa trupulleikan. Nøkur hava fingið boð um, at teirra barn ikki kann koma í skúla, fyri onnur børn er skúlagongdin nógv avmarkað, ímeðan aftur onnur eingi boð hava fingið, og tí helst eru møtt í skúla í dag sum vanligt.
 
Ein skúlaskipan, ið loyvir diskriminering av skúlagongdini hjá næmingunum, er hvørki í samsvari við fólkaskúlalógina, við ST sáttmálan um rættindi einstaklinga, ið bera brek, ella við mannarættindasáttmálar sum heild.

Ein skúlaskipan, ið loyvir diskriminering av hesum slagi, hevur eftir okkara tykki eisini stórar etiskar trupulleikar við sær.

Kann tað forsvarast, at okkara skúlaskipan er við til at leggja í børnini, at tey, ið hava brek ella avbjóðingar ikki hava líka stóran týdning sum onnur? Kunnu vit forsvara, at nøkur børn fáa frammíhjárætt til skúlaskipanina, ímeðan onnur eru við skerdan lut? Er skúlin ikki netupp fyri øll, og skal ganga undan við at leggja lunnar undir einum rúmligum samfelag?

Kann tað forsvarast, at støður sum hendan ferð eftir ferð sleppa at leggja stein omaná byrðu hjá stuðulskrevjandi børnunum og teirra foreldrum, og soleiðis verða við til at skapa myndina av einum samfelag, har børn við breki og avbjóðingum ikki hava sama virði sum onnur, og í ringasta føri eru óynskt?

Støður sum hendan seta eisini lærarar í eina keðiliga etiska støðu. Lærarafelagið hevur givið sínum limum forboð fyri at taka upp verkfallsrakt arbeiði. Hvussu skulu lærarar bera seg at í sínum arbeiði? Um ein stuðulstørvandi næmingur kemur sær upp í eina ósemju í skúlagarðinum - skal lærarin so ikki hjálpa honum, um so er at stuðulin vanliga loysir slíkar ósemjur? Um ein stuðulskrevjandi næmingur ikki megnar at taka matpakkan fram, skal hann so ganga svangur? Um ein stuðulskrevjandi næmingur larmar og garterar, skal hann so sleppa tað, tí tað vanliga er stuðulin, sum fær hann at slappa av? Ella hvussu við hjálp til sjálva undirvísingina í skúlanum - skal næmingurin bara sita har og onga hjálp fáa?

Hetta er ikki fyrstu ferð, at vit eru í støðuni. Hetta hendi bæði í 2012, og aftur í 2018. Javni og onnur hava fleiri ferðir roynt at gera okkara myndugleikar varar við tann órættin, ið ger seg galdandi á skúlaøkinum, hóast øll børn í Føroyum hava javnbjóðis rætt til skúlagongd. Men hóast tað, so er okkum vitandi einki stig tikið fyri at fáa skil á viðurskiftini. Etiska ráðið hevur ein ráðgevandi og upplýsandi leiklut í etiskum spurningum, og tað er tí okkara ynski og vón, at ráðið tekur hetta upp við avvarandi partar.

Aftur
Stuðla Gerst limur