Lurta
09.10.2021

Fótbóltsfjepparar stuðla Javna

Vit eru heilt tikin av bóli og sera fegin! Týsdagin 12. oktober spælir Føroyar fótbóltslandsdyst ímóti Skotlandi, og í hesum sambandi hava fjepparafeløgini hjá londunum báðum avgjørt at savna pening, sum tey vilja lata til arbeiði hjá Javna. Vit takka teimum av hjarta fyri tað.
 
Fyrr í ár setti skotska fjepparafelagið Tartan Army seg í samband við Javna. Tey greiddu frá, at tá teirra landslið spælir útidystir, so letur fjepparafelagið altíð pening til vælgerðandi endamál í vertslandinum. Ein treyt er, at stuðulin verður brúktur til at betra umstøðurnar hjá børnum.
 
Eitt, sum liggur okkum nær at hjarta er atkoma og luttøka, í breiðastu merking. Av tí at tey flestu spælipláss í landinum ikki eru so væl innrættað til børn, sum hava fysiskar avbjóðingar, so avgjørdu vit, at stuðulin fer til at betra um hetta. Í sambandi við at spæliplássið í Grasagarði, sum liggur í hjartanum av Havnini, skal útbyggjast í næstum, hava vit gjørt avtalu við Tórshavnar Kommunu um, at vit í felag gera hetta plássið betri atkomuligt fyri øll, og fáa til vega tól/reiðskap, sum eisini børn í koyristóli kunnu nýta og fáa gleði av. Vit fegnast um, at kommunan tekur so væl ímóti okkara hugskoti, og vil leggja teirra orku í at fáa hetta í lag.     
 
The Tartan Army fer at handa stuðulin á óformellari samkomu týsdagin kl. 13 í Grasagarði. Har verða skotskir fótbóltsfjepparar og skotar í kilti og við sekkjapípum, og Javni vónar, at fleiri Javnavinir fara at møta upp - ikki minst tey børnini, sum skjótt fara at fáa betri spælimøguleikar í Grasagarði.
 
Men tað steðgar ikki her! Fyri nøkrum døgum síðan boðaði føroyska fjepparafelagið Skansin frá, at tey fara at skipa fyri einum dysti millum fjepparafeløgini bæði, og at peningurin, sum kemur inn, eisini fer til at stuðla arbeiðnum hjá Javna. Tey í Skansanum siga, at tey vilja gera alt fyri at økja um upphæddina til Javna, so at nógv kann koma burturúr peninginum. Dysturin verður leiktur á ovara vølli í Gundadali klokkan 14, beint eftir handanina í Grasagarði. Vit vóna eisini, at nógv fólk koma at hyggja eftir stuðulsdystinum – hetta verður uttan iva stuttligt. Skansin upplýsir á teirra Facebook síðu, at øll eru vælkomin at stuðla við at seta pening á konto: 9181 – 559.276.5, og at øll sum stuðla við meira enn 250 kr, eru við í lutakasti um fýra landsliðstroyggjur, umframt signeraðar liðskiparablusur frá øllum feløgunum í BETRI deildini hjá monnum.Trekt verður beint aftaná fjepparadystin.
 
Ein hópur frá Javna verður millum áskoðararnar til landsdystin um kvøldi, og vit takka FSF fyri møguleikan at verða við. Vit fara heilt vist at fáa eina góða fótbóltsuppliving, uttan mun til hvør vinnur dystin. Vit hava øll longu vunnið :-) 

Myndina hava vit lánt av Facebook síðuni hjá Skansanum.
 
Hetta er skráðin týsdagin:

Kl. 13

Tartan Army handar kekkin í Grasagarði. Skotar og Javni siga nøkur orð, møguliga eisini umboð frá Tórshavnar Kommunu, og har verða skotskir fjepparar í kilti og við sekkjapípum

Kl. 14

Stuðulsdystur á ovara vølli í Gundadali millum Skansan og Tartan Army

Kl. 15-19

Fan Zone – upphiting í Dansifrøi. Øll eru vælkomin

Kl. 18

Hópurin frá Javna møtist á skrivstovuni hjá Javna, og ganga í felag niðan í Dansifrøi

Kl. 19.45

Landsdysturin á Tórsvølli byrjar


 

Aftur
Stuðla Gerst limur