Lurta
09.11.2021

Familjuálmanakkin 2022

Familjuálmanakkin 2022 er endiliga komin, og fara okkara fittu seljarar at pikka á dyrnar kring Føroyar komandi dagarnar. Eins og undanfarin ár er kostnaðurin einans kr. 100. 

Álmanakkin hesaferð er ein føðingardagsálmanakki, har vit hátíðarhalda, at vit fylla 50 ár!

Nógv er broytt seinastu 50 árini, og kunnu vit í dag ikki ímynda okkum eitt samfelag, har fólk, ið hava menningartarn, ikki eru ein sjálvsagdur partur. Tað hevur tó ikki altíð verið soleiðis, og vilja vit við hesum álmanakkanum vísa á tær broytingar, ið eru farnar fram í samfelagnum, síðani Javni varð sett á stovn.

Tær festligu myndirnar, ið prýða álmanakkan, eru frá 50 ára hátíðarhaldinum, sum vit høvdu tann 15. mai, og lýsa tær ein væleydnaðan dag, har fokus var á Javna, og har vit áttu Vaglið :) Kalendarin er prýðiligur, og harafturat praktiskur á tann hátt, at upp til fýra familjulimir kunnu eiga sína kolonnu at seta avtalur og merkisdagar í. Hann er soleiðis ein hent hjálp í familjuni.

Takið væl ímóti okkara seljarum :)

Eisini ber til at bíleggja álmanakkan á okkara nethandli, og fáa álmanakkan við postinum. http://javni.fo/products/16/familjualmanakkin-2021

Vit vóna, at fólk fara at taka væl undir við álmanakkanum. Við at keypa álmanakkan stuðlar tú Javna, felagnum hjá fólki við menningartarni og familjum teirra. 

Aftur
Stuðla Gerst limur