Lurta
26.02.2022

Javni haft vitjan av Landstýrismanninum í Almannamálum

Fríggjadagin var landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit Nolsø, á vitjan hjá Javna. Vit nýttu høvið at samskifta um ymisk viðurskifti, sum eru viðkomandi fyri okkara limir.

Eitt mál, sum stendur rættiliga ovarliga á breddanum er bústaðarstøðan. Vit gleðast um sambýlini, sum eru á veg í miðstaðarøkinum, men flestu av bústøðunum eru oyramerktir til fólk, sum búgva í ótíðarhóskandi kørmum hjá Almannaverkinum frammanundan, so teir gera tíverri ikki so nógv við bíðilistan. Í løtuni standa 150 fólk á bíðilista eftir einum bústaði, og av teimum hoyra 49 til okkara málbólk. Flest fólk standa á bíðilista eftir einum bústaði í Suðurstreymoy. Hetta er av tí einføldu orsøk, at man politiskt ikki hevur raðfest at byggja bústaðir í hesum partinum av landinum, hóast her búgva flest fólk. Seinast eitt sambýlið til fólk við menningartarni varð bygt í Suðurstreymi var í 1980 (Eirargarður við Landssjúkrahúsið, bygt av donskum myndugleikum), og síðan hevur Bústaðir bygt ein búfelagsskap í 2018 (Karlamagnussarbreyt í Hoyvík). Runavíkin og Klaksvík eru betur við á hesum økinum, og her hevur man bygt nýtt og á annan hátt fingið til vega tíðarhóskandi bústaðir.

Vit hava nógv góð og vælvirkandi sambýlir í landinum, men eitt sum ørkymlar okkum er, at tað er ov nógva eldsløkking. Tá ein bústaður verður tøkur – og sum støðan er krevur tað tíverri ofta at onkur doyr – so er tað tann mest akutti sum fær bústaðin. Ikki tann, sum neyðturviliga hóskar best inn. Hesi akuttu málini koma alla tíðina framum í køini, og seta hini í eina langtíðar bíðistøðu uttan nakran tíðarkarm at fyrihalda seg til.

Okkum tørvar fleiri venjingarbústaðir, har ung við menningartarni kunnu búgva í eina tíð, og har yvirskriftin er, at tey skulu gerðast so sjálvbjargin sum gjørligt – tað, sum danir kalla “midlertidigt botrænings- og afklaringstilbud”. Okkum nýtist ikki forkromaðar og dýrar bygningar til slík tilboð, minni kann saktans gera tað. Vit hava nøkur slík tilboð í landinum (bú- og viðgerðarstovnar), men tað eru fá, sum fáa henda møguleika, tí tey ungu sleppa ikki víðari herfrá.

Landsstýrismaðurin greiddi frá, at Bústaðir ætlandi skal byggja trýggjar búfelagsskapir í miðstaðarøkinum komandi árini. Enn er ikki greitt ítøkiliga hvar ætlanin er at byggja, ella til hvønn málbólk, men tað bleiv nevnt, at hugtakið “miðstaðarøkið” er víðka, nú vit hava fingið fleiri tunnlar. Vónandi er hetta ikki ein ábending um, at tað heldur ikki verður í miðstaðarøkinum hesaferð. Afturat væntandi politiskari raðfesting er ein onnur orsøk til vánaligu støðuna í miðstaðarøkinum at høvuðsstaðarkommunan í áratíggir hevur haft sera strilti við at finna hóskandi byggiøkir til endamálið.

Meðan vit bíða eftir at bústaðarstøðan gerst betur hava vit brúk fyri at hava vælvirkandi umlættingarskipanir. Vit hava nøkur støð runt um í landinum, har okkara heimabúgvandi fólk við menningartarni kunnu koma í nakrar dagar um árið í umlætting, og hesi tilboð eiga lívið í fleiri familjum. Men skipanin er seinastu árini blivin sera stirvin, umlættingin skal leggjast til rættis eitt hálvt ár frammanundan, og har er als ikki pláss fyri spontaniteti, ella nøkur trygd fyri at skipanin loftar, um akuttur tørvur kemur í.

Vit síggja, at talið av fólki, ið fáa hægstu fyritíðarpensión, er vaksandi. Hetta er ikki ein gongd, sum vit eru glað fyri, og vit halda, at við einum meira málrættaðum innsatsi kunnu fleiri av okkara loftast betur, so tey kunnu koma í eitt tillaga starv á vanliga arbeiðsmarknaðinum. Hetta er í longdini bíligari fyri tað almenna og ikki minst - gevur ein betri lívskvalitet fyri tey, sum tað snýr seg um. Vit eru ómetaliga glað fyri serligt skipað miðnám, sum er útbúgving eftir fólkaskúlan fyri tey, sum ikki megna vanligt miðnám. Men vit mangla, at bindiliðið millum skúlan og arbeiðsmarknaðin verður styrkt, og at Almannaverkið (ella onkur annar) fær ein størri leiklut í leiðini frá skúla til arbeiðsmarknað. Kanska í einum samstarvi við ALS – hetta er bara eitt hugskot. Við tí metlága arbeiðsloysinum vit hava í løtuni burdi tað verið upplagt at roynt eina ser-ALS-skipan, (SALS? :-) ) sum ikki bert hugsavnar seg um at fáa fólkini út á arbeiðsmarknaðin, men eisini er við á síðulinjuni fyri at tryggja, at tað áhaldandi eydnast við starvinum. Hetta kundi helst eisini eggja fleiri arbeiðsgevarum til at tora at taka fólk við skerdum førleika í starv. Eitt annað, sum í dag kann noyða fólk pensiónsvegin er, at tað hongur tað illa saman fíggjarliga hjá einum ungum menniskja, sum fer skúlavegin. Tey kunnu enda við at verða fleiri ár í skipanini við arbeiðsbúgving, og stuðulin tey fáa sum “ikki pensionistar” røkkur ikki til, um ikki foreldrini traðka til fíggjarliga. Hetta halda vit ikki kann vera rætt, og vit kundu hugsa okkum at hetta verður eftirhugt og regulerað, soleiðis at veitingin svarar til veruliga livikostnaðin.

Vit spurdu inn til samskipandi eindina, sum varð sett á stovn í 2019, og sum skal tryggja, at Breksáttmálin kemur at virka í verki á øllum økjum. Av ymiskum orsøkum er eindin ikki farin ordiliga til verka, men tey ætla, at ferð skal setast á nú. Eisini er ætlanin at seta eitt talsfólk á brekøkinum.

Fleiri bíða aftir at flutningstænastan, sum skuldi koma í gildi 1. januar í ár kemur at virka í verki. Sum er skulu foreldur koyra síni heimabúgvandi “børn” til og frá tilboðum, viðgerðum o.a. Hetta er steinur omaná byrðu. Hjá teimum, sum eru flutt heimanífrá, er koyring partur av eini tænastu. Vit spurdu inn til, nær henda tænasta er væntandi. Vit fingu upplýst, at vegna væntandi starvsfólkaorku í Almannamálaráðnum var kunngerðin ikki klár enn, men at hon eftir ætlan verður klár í næstum. So er at vóna, at peningur eisini fylgir við, so tænastan kann koma at virka.

Sum heild er tað ov trupult at hava menningartarn ella vera avvarðandi, og vit hava leingi eftirlýst eina hurð, og at vit innanfyri tí hurðina finna ein ráðgeva, sum kann hjálpa okkum. Øll hava ein málsviðgerða á Almannaverkinum, men tað er ikki tað sama sum ein ráðgevi. Vit standa alt ov nógv einsamøll við ábyrgdini fyri at okkara “barn” fær tí hjálp, hann/hon hevur tørv á. Eisini verða vit “belastaði” av fyri okkum at síggja óneyðugari umsiting. Til dømis skulu tey, sum hava børn, sum eru yngri enn 18 ár, sum hava tørv á handicapbili, leggja út fyri bilútreiðslur og koyring, og senda Almannaverkinum uppgerð einaferð um mánaðin. Fyri onkran er nógv koyring, tí barnið td. hevur dagtilboð á aðrari oyggj. Skipanin er trupul og tíðarkrevjandi hjá teimum at umsita, og tað tekur langa tíð at fáa útlegg aftur. Tað eru ikki øll, ið hava ráð. Tey, sum td. hava brúk fyri blæðum, skulu minnast til at søkja um hetta regluliga. Her átti tað at verið gjørligt at vent skipanini soleiðis, at avvarandi siga frá, um støðan broytist, og tørvurin á td. blæðum heldur uppat. Tað er púra vist at eingin hevur áhuga í at leggja undir seg blæður, sondur ella hvat tað skuldi verið talan um.

Vit takka landsstýrismanninum fyri, at hann setti tíð av til at koma á gátt hjá okkum. Tað er týdningarmikið at vit kunna hvønn annan um útsýnið úr sjónarhorninum hjá hvørjum øðrum, so vit í felag kunnu koma fram til tær bestu loysnirnar.

Aftur
Stuðla Gerst limur