Lurta
19.10.2022

Familjuálmanakkin 2023

Familjuálmanakkin 2023 er endiliga komin, og fara okkara fittu seljarar at pikka á dyrnar kring Føroyar komandi dagarnar. Eins og undanfarin ár er kostnaðurin einans kr. 100. 

Í álmanakkanum hesa ferð fáa vit innlit í gerandisdagin hjá tólv ymiskum føroyingum. Vit ynskja at vísa á, at felags fyri okkum øll er, at vit hava ymiskan gerandisdag, ymisk áhugamál og ymiskar avbjóðingar. Saman mynda vit samfelagið, og hava vit øll sama rætt til at vera við í samfelagnum og at verða tikin upp í tað.

Takið væl ímóti okkara seljarum :)

Eisini ber til at bíleggja álmanakkan á okkara nethandli, og fáa álmanakkan við postinum. 

http://javni.fo/products/16

Vit vóna, at fólk fara at taka væl undir við álmanakkanum. Við at keypa álmanakkan stuðlar tú Javna, felagnum hjá fólki við menningartarni og familjum teirra. 

Aftur
Stuðla Gerst limur