Lurta
19.07.2023

Tiltak 11. september, í sambandi við umbering frá donsku stjørnini

Í sambandi við at almanna- og bústaðamálaráðfrúan, Pernille Rosenkrantz-Theil, 11. september 2023 fer at geva eina umbering til tey, sum vórðu heimansett í ser- og andveikraforsorgini, sum vóru fyri sviki og ágangi, skipar Almanna- og Mentamálaráðið, saman við Javna, Megd o.ø., fyri einum tiltaki í Norðurlandahúsinum, samstundis sum tiltakið er í Danmark.

Tiltakið er fyri tey, sum vórðu send til Danmarkar á stovn undir ser- og andveikraforsorgini í tíðarskeiðnum 1933-1980, og eru komin heim aftur til Føroyar, teirra avvarðandi og onnur áhugað.

Neyðugt er við tilmelding til tiltakið í seinasta lagið 1. september, um tú ynskir at luttaka!

Danska Socialministeriet hevur latið gera eina drúgva frágreiðing um viðurskiftini hjá teimum, sum vóru undir varðveitslu av ser- og andveikraforsorgini í tíðarskeiðnum 1933-1980. Frágreiðingin avdúkar eina røð av ræðuleikum, sum bæði børn, ung og vaksin vórðu útsett fyri. Tey, ið høvdu menningartarn, vóru tann størsti bólkurin innan serforsorgina, og tey vórðu serliga útsett fyri ógvusligum sviki og ágangi.

Nógvir føroyingar, ið høvdu menningartarn og aðrar avbjóðingar, vórðu sendir á stovnar í Danmark í hesum tíðarskeiðnum. Foreldur og avvarðandi høvdu einki annað val, tí eingin hjálp var at fáa her heima. Eisini fingu tey at vita, at hetta var tað besta fyri teirra kæru, tí í Danmark vóru serfrøðingar á økinum.

Í fyrra helmingi av tíðarskeiðnum var tað institutiónshugsanin, sum setti dagsskránna. Tey 'anbragte' vórðu frátikin nærum øll mannarættindi, og høvdu lítlan og ongan møguleika at ráða sær. Umstøðurnar á teimum yvirfyltu og undirmannaðu stovnunum verða í frágreiðingini lýstar sum ómenniskjaligar, har kropsligur og sálarligur harðskapur, kynslig brotsverk og tvingsil av ymiskum slagi nógvastaðni var partur av gerðandisdegnum. Vit kunnu illa ímynda okkum teir tankar og kenslur, ið heimansettir føroyingar við menningartarni hava haft í hesum púra fremmanda umhvørvinum. Neyvan blivu tey spurd eftir.

Í seinna helmingi av tíðarskeiðnum gjørdust viðurskiftini so líðandi betur á fleiri økjum. Størri fokus var á mannarættindi eftir seinna veraldarbardaga, og hetta hevði eisini sína ávirkan á forsorgarøkið. Í 60-unum og 70-unum var rákið, at fleiri skuldu liva so 'normalt' sum til bar, og verða ein partur av samfelagnum. Fyri fleiri var frælsi tó dýrkeypt, og tað var ikki óvanligt, at sterilisatión var eitt krav fyri at verða 'leyslatin'.     

Teir fyrstu heimansettu føroyingarnir við menningartarni komu aftur til Føroyar í 1973, og tá steðgaðu vit eisini skipaðu niðursendingini, og fóru undir at fáa til vega hóskandi umstøður í Føroyum. Nógv er hent í hesum 50-ára tíðarskeiðnum, og vit gleðast um, at hava okkara kæru her heima. Men hjá Javna mugu vit tó staðfesta, at langt er enn eftir á mál. Til dømis hava vit als ikki megna at bjóða øllum ein bústað, og til fleiri aðrar tænastur eru langir bíðilistar. Fleiri av teimum heimansettu valdu ikki at koma heimaftur, og av teimum búgva fimm fólk enn á stovnum í Danmark. Av teimum, sum komu heim, búgva 31 fólk í vardum bústøðum hjá Almannaverkinum í dag. 

Hvat kunnu vit brúka eina slíka almenna umbering til, kann ein kanska spyrja. Broytir hon nakað, og gevur tað yvirhøvur meining at hyggja afturlítandi í nútíðar brillum? Ja, vit halda, at umberingin frá hægsta danska politiska myndugleika hevur stóran týdning. Fyrst og fremst kann hon lætta um hjá teimum, sum fáa umberingina. Men hon hevur eisini samfelagsligan týdning, sum ein greið staðfesting av viðurskiftum, ið vit taka frástøðu frá. Føroyskir myndugleikar vóru ikki beinleiðis partur av serforsorgini í hesum tíðarskeiði, og eiga tí ikki part í umberingini heldur. Men í dag eiga vit málsøkið við 'høvd og gørnum', og okkara egni politiski myndugleiki eigur at taka søguna við sær frameftir og á allan hátt virka fyri, at eingi slík brot á grundleggjandi mannarættindi aftur kunnu koma fyri.    

Tiltakið í Havn 11. september 2023 og tilmelding

Tiltakið verður í Norðurlandshúsinum mánadagin 11. september 2023 kl. 11.00 til 14.00. Landsstýriskvinnan í Almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, fer at bera fram røðu, eins og annað verður fyriskipað. Eisini verður middegismáli og okkurt gott aftur við kaffinum. Tilmelding hjá Almanna- og mentamálaráðnum, ammr@ammr.fo, áðrenn 1. september. Við tilmelding verður biðið um at nevna um serlig fyrilit skulu takast, eitt nú í mun til koyristól ella um tørvur er á teknmálstulki. Tiltakið er ókeypis.

Tiltakið í Horsens 11. september 2023 og tilmelding

Tiltakið verður í í Comwell Bygholm Park í Horsens 11. september 2023 kl. 13.00 til 15.00 danska tíð, og verður tað stroymt á heimasíðuni hjá danska Socialministeriet.

Fólk, ið hava verið heimansett í ser- og andveikraforsorgini, kunnu taka lut saman við einum fylgjara. Neyðugt er at melda til camk@sm.dk og adh@sm.dk ella við brævi til Social-, Bolig- og Ældreministeriet, Holmens Kanal 22, 1060 København K, att. Ministersekretariatet. Freistin at melda seg til tiltakið í Horsens er 8. august 2023.

Sí nærri um danska tiltakið her: Leinkja til tiðindaskriv hjá Socialministeriet

Danska frágreiðingin

Les donsku frágreiðingina: “Historisk udredning vedrørende børn, unge og voksne anbragt i særforsorgens institutioner 1933-1980” her: Leinkja til donsku frágreiðingina

 

FOTO: Forsorgsmuseet. Sovisalur á donskum stovni.

Aftur
Stuðla Gerst limur