Lurta
02.06.2025

Eykaaðalfundur í Javna til støðutakan til sølu av fastogn

Javni boðar við hesum til eykaaðalfund 

 

Mikudagin tann 25. juni 2025 kl. 17.00 í hølum felagsins á Hoydalsvegi 42, 100 Tórshavn.

 

Endamálið við fundinum er at viðgera og taka støðu til sølu av húsinum á Skrivaragøtu 5, 100 Tórshavn, ið er ogn hjá Javna.

 

Skrá:

  • Val av fundarstjóra og skrivara
  • Frágreiðing um støðuna og møguliga sølu
  • Avgerð um sølu av fastognini Skrivaragøta 5, 100 Tórshavn og treytir fyri sølu
  • Ymiskt
     

Nevndin

Aftur
Stuðla Gerst limur