Lurta
09.07.2025

Kom við Javna á Faroe Express Stafettina, har sum øll vinna!

 

Nú er tað klárt: Javni fer at luttaka á Faroe Express Stafettini leygardagin 30. august, og vit ynskja at møta talsterk við nógvum limum hjá Javna og við góðum lagi!

Faroe Express er Føroya størsta, einasta og kulasta (og stuttligasta) stafett-renning. Tað er ein dagur við renning/ganging/koyring í koyristóli, tónleiki, hugna, mati og eftirfylgjandi afterparty. Eitt upplagt høvi at hava tað stuttligt saman.

???? Skrá leygardagin 30. august

15.00 Møta hjá Javna og vit fylgjast saman oman í keiðøkið

16.00 Upphiting
16.15 Renning og hugni
18.00 Afterparty í pakkhúsinum hjá Faroe Ship

Vit finna sjálvi heim eftir stafettina


✨ Vit vera við til renning sum lið og afterparty!

???? Eitt lið er 3 fólk, og tað kostar 250 kr fyri hvønn luttakara at vera við.

Hevur tú ikki eitt lið? Vit finna liðsfelagar, sum eisini mangla eitt lið.
Hevur tú longu tveir aðrar at renna saman við? Sig okkum frá hvørji tit eru og vit melda tykkum inn sum lið.
???? Tilmelding: Melda til hjá Javna í seinasta lagi 8. august við at skriva til katrin@javni.fo, so vit kunnu gera liðini klár. Tá liðini eru samansett, senda vit rokning út. 

???? Kom við – hetta verður ein dagur við góðum fólki, rørslu, tónleiki og góðum stemningi!

Saman vísa vit, at ØLL kunnu vera við!

Ps. Hevur tú spurningar ella ivamál? Ring so til Javna á tel. 208090

Aftur
Stuðla Gerst limur