Lurta
15.07.2025
Katrin Jacobæus nýggjur dagligur leiðari í Javna
Javni hevur fingið nýggjan dagligan leiðara, sum er komin í staðin fyri Marjuna. Nýggi dagligi leiðarin eitur Katrin Jacobæus. Katrin er spakuliga byrjað at seta seg inn í starvið og tekur fult við í august.
Í samband við leiðaraskifti, bjóðar Javni til eitt vælkomistiltak mikudagin 20. august frá kl. 15 í hølunum hjá Javna, har tú kanst siga hey við Katrin og samstundis siga farvæl við Marjun.
Øll eru hjartaliga vælkomin og vit vóna at síggja nógvar "Javnarar" og Javna-vinir
Aftur
Vit standa saman um Javna
Ókeypis ráðgeving
Avsláttur á tiltøkum