Lurta
16.07.2025
Ein fragd at arbeiða við: Takk, Ester!
Takk, Ester!
Í Javna hava vit havt gleði av, at Ester hevur avloyst Unn sum reingerðarhjálp. Í dag var seinasti dagur hjá Ester – hesa ferð.
Vit eru so ómetaliga takksom fyri alt tað, hon hevur lagt fyri dagin. Ester hevur gjørt eitt megnar arbeiði, og tað sæst væl, at hon gongur høgt upp í síni avrik – tað er ein fragd at koma inn í rein og hugnalig hølir! ✨
Á myndini síggjast Ester Joensen, Diana í Puntabyrgi, Ragnhild Dahl og Katrin Jacobæus, har vit siga pent takk og farvæl við Ester. Stóra dagsins yvirrasking var, tá Diana sjálv kom á gátt!
Aftur
Vit standa saman um Javna
Ókeypis ráðgeving
Avsláttur á tiltøkum