Lurta
Barba Sandá Nielsen
Eg eiti Barba Sandá Nielsen og búgvi í Vági. Eg eigi ein son, Adrian, ið er føddur í mars 2015.
Adrian er fjølbrekaður, tí hann hevði ilttrot undir føðingini. Adrian er kendur við cerebral parese, epilepsi, blindur og hydrocephalus.
Síðan Adrian kom til verðina hava vit brúkt óalmindiliga nógva tíð á sjúkrahúsi, bæði í Føroyum og í Danmark. Adrian hevur verið ígjøgnum nakrar skurðviðgerðir og vit hava eitt langt tíðarskeið, har vit hava stríðst við at finna rætta matin, ið hann tolir.
Vit hava havt nógvar up og niðurtúrar, og eg haldi at tað er gott, at vit hava onnur foreldur, ið kenna júst til hetta lívið við serligum tørvi.
Vælkomin at senda teldupost til barbasandanielsen@gmail.com.
Mítt fartelefonnummar er 573360.
Vit standa saman um Javna
Ókeypis ráðgeving
Avsláttur á tiltøkum