Lurta
Hans Andrias Vang
Eg búgvi á Argjum, 38 ár, eri giftur og eigi 3 børn, Dánjal 10 ár, Drós 4 ár og Ester 10 mðr.
Sjálvur havið eg verði nógv á Zarepta, og hjálpt til við Dýribiðidagslegunum (legur fyri fólk við meningartarni).
Drós er fødd við einum kromosomfeili, sum eitur Jacobsens-syndrom, ið situr á q11. Hon er tann einasta skrásetta í Føroyum 1/100 000.
Jacobssens-syndrom merkir at hon:
- hevur talutrupuleikar
- er lítil á vøkstri
- er smátt etandi og drekkandi
- hevur ring eygu
- er motorisk aftanfyri
- er ca. 1 ár aftanfyri mentalt
Drós er væl virkandi motorisk, men aftanfyri. Hon gongur í vanligum barnagarði, dámar sera væl sang/musik og dans/fimleik.
Okkara motto er "tak ein dag í senn", tað hevur hjálpt okkum væl.
Teldupost: hav@kallnet.fo
Telefon: 22 44 07
Vit standa saman um Javna
Ókeypis ráðgeving
Avsláttur á tiltøkum