Lurta

Diana Davidsen

Eg eiti Diana Davidsen og búgvi í Saltangará. Eg eigi 3 gentur sum eita Mia Jóhanna, Ada og Laila Maria.

Mia Jóhanna er fødd í 2010 og hevur Down Syndrom. Hon er fødd við hjartafeili og hevur annað at dragast við eisini. Vit hava verið nógv á sjúkrahúsi bæði uttanlanda og her heima til skurðviðgerðir, fyri lungnabruna og annað. Hóast alt, sum hon hevur verið ígjøgnum, er hon ein glað genta, sum yvirraskar okkum hvønn dag.

Tað at fáa eitt barn við Down syndrom var hart í sær sjálvum, men at skula síggja hana berjast fyri lívinum, var verri. Tá hevði kanska verið gott, at havt onkran at tosa við, sum skilti mína støðu.

Teldupost: dianadavidsen@hotmail.com 
Telefon: 25 70 35