Lurta

Elisabeth Maria Rasmussen

Eg eiti Elisabeth Maria Rasmussen. Eg búgvi í Havn saman við manninum og okkara 4 børnum. 12 august 2012 fingu vit sonin Kristian sum er føddur við diagnosuni partial trisomi 18. Kristian ber fjølbrek og hevur ymsar avbjóðingar sum koma av diagnosuni, nevnast kann epilepsi og veika vøddamegi.

Tann fyrsta tíðin innibar nógvar innleggingar í Føroyum og Danmark. Hetta var ein hørð tíð, men sjúkrahúsinnleggingarnar hava havt  góða ávirkan á heilsustøðuna hjá Kristiani. Trý tey fyrstu árini svav hann í respirator og mátti hava fasta náttarvakt. Hetta hevur hann ikki tørv á longur.

Kristian hevur eisini ment seg við teim ymsu venjingum sum hann fær frá ergo, fys og petø.

Nevnast kann at Kristian:

  • samskiftur via PODD bók
  • fær mat via sondupumpu, tí hann hevur trupult við at eta
  • gongur við rollator
  • brúkar koyristól
  • hevur ymisk onnur hjálpatól í heiminum, sum eru innrætta til hansara.

Sum foreldur við barni sum hava ymsar avbjóðingar, er tað gott at kunna tosa við onkran í líknandi støðu, serliga ta fyrstu tíðina.

Tað kann vera, at títt barn ikki hevur somu diagnosu sum Kristian, men tað kunna verða ”felagsnevnarar” sum líkjast. So óansæð diagnosu ella avbjóðingar í dagligdegnum, ert tú vælkomin at kontakta meg á 220607 ella via facebook.