Foreldrastuðulsbólkur
Endamál
Endamálið við foreldrastuðulsbólkinum er at stuðla og hjálpa øðrum foreldrum at børnum við avbjóðingum eftir førimuni.
Hvat er foreldrastuðulsbólkurin?
Foreldrastuðulsbólkurin er samansettur av foreldrum, sum eiga børn við ymiskum diagnosum.
Hóast børnini eru sera ymisk, møta vit ofta somu avbjóðingum, og í felag hava vit nógvar ymiskar royndir, sum vit ynskja skulu koma øðrum foreldrum til góðar. Á hendan hátt kunnu vit gagnnýta royndirnar hvør hjá øðrum.
Hvønn er tilboðið til?
Tilboðið við foreldrastuðulsbólkinum er til øll foreldur, sum eiga ella sum vænta sær barn/børn við menningartarni og øðrum avbjóðingum.
Hví ein foreldrastuðulsbólk?
Tað er ein sannroynd, at flest øll foreldur uppliva sterkar kenslur og eina ørgrynnu av spurningum, tá barn teirra fær eina diagnosu av slíkum slagi. Komi eg yvir skelkin? Hvat bjóðar framtíðin? Megna vit uppgávuna? Hvussu skal eg gera? Hvar finni eg hjálp? Hvat tá barnið skal í vøggustovu / barnagarð / skúla? Og hvussu tá fólkaskúlin er liðugur? Arbeiði? Bústaður? Umlætting?
Foreldrastuðulstænastan gevur foreldrum møguleika at seta seg í samband við okkara foreldraumboð, tá tey ivast og hava tørv á at práta við onkran í somu støðu.
Foreldraumboðini hava tagnarskyldu!
Ver vælkomin at seta teg í samband við onkran okkara.